Skilir ikki niðurstøðuna

Skilir ikki niðurstøðuna
Eivind Jacobsen sigur seg ikki skilja niðurstøðuna hjá Landsstýrismálanevndini um ógegnið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu
 
17.05.2016 - 15:00

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, var ógegnið at beina skrivið Frá Fíggjarligum Støðufesti til TAKS, tí skrivið varð sent til Fíggjarmálaráðið.

Tí sigur Eivind Jacobsen seg ikki skilja niðurstøðuna hjá Landsstýrismálanevndini um ógegnið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu.

Hann hevur sent Landsstýrismálanevndini viðmerkingar, til avgerðina um, at nevndin ikki fer at viðgera kæruna sum hann sendi nevndini.

Fekk svarið fríggjadagin

Fríggjadagin tók Landsstýrismálanevndin avgerð um ikki at viðgera kæruna frá Eivindi Jacobsen á Strondum um Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

Kristina Háfoss varð kærd í sambandi við skattamálið hjá Eik. Eivind Jacobsen fekk svarið fríggjadagin, og í dag hevur hann sent nevndini nakrar viðmerkingar til avgerðina.

Hann vísir á, at kært varð millum annað um gegnið hjá landsstýriskvinnuni, tí hon møguliga hevur arbeitt við málinum í sínum borgarliga starvi í Tryggingarfelagnum Føroyum.

SÍ EISINI Kristina Háfoss kærd til Landsstýrismálanevndina

Landsstýrismálanevndin metir ikki, at tað er viðkomandi at viðgera gegnið hjá landsstýriskvinnuni, tá hon ikki hevur viðgjørt málið.

Tí er kærarin ikki samdur í, tí hóast Fíggjarmálaráðið hevur sent málið víðari til TAKS til viðgerðar, eru skjølini eisini skrásett í skjalaskrásetingini hjá Fíggjarmálaráðnum.

Innlit kann ikki gevast í málið

Eivind Jacobsen vísir á, at avgerðin um at senda skrivið til TAKS er ein fyrisitingarlig avgerð. Avgerðin er tikin uttan at mett er um gegnið hjá landsstýriskvinnuni.

Hann vísir eisini á, at Kristina Háfoss er ógegnið til annað er prógvað, tí tað sæst á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum, har hon stendur at verða deildarleiðari og síðani fíggjarligur og búskaparligur ráðgevi hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.

Og at skattafrádrátturin er lagdur til rættis í Tryggingarfelagnum, hava skjøl prógvað. Avgerðin at senda TAKS málið er ein avgerð, sum samstundis hevur við sær, at alment innlit ikki kann fáast í málið.

SÍ EISINI LUM: Mannagongdirnar vórðu fylgdar

Tað veit landsstýriskvinnan. Tað er í andsøgn við skrivið sum Finansiel Stabilitet sendi til Fíggjarmálaráðið, tí teir vóru ikki nøgdir við TAKS. Tí hevur skrivið einki við TAKS at gera.

Fíggjarligt Støðufesti kennir adressuna hjá TAKS. Tí skilji eg ikki niðurstøðuna um ógegnið hjá Kristinu Háfoss, sigur Eivind Jacobsen í svarinum til Landsstýrismálanevndina.

Eivind Jacobsen kærdi eisini um gegnið hjá Kristinu Háfoss. Hann vísti á, at landsstýriskvinnan í sínum borgarliga starvi í TF-samtakinum kann hugsast at hava arbeitt við málinum.

TAKS kemur við eini niðurstøðu

Eivind Jacobsen biður tí Landsstýrismálanevndina kanna, um Kristina Háfoss hevur ráðgivið ella arbeitt við málinum í sínum borgarliga starvi.

- Uppgávan hjá Landssttýrismálanevndini er at hava eftirlit við, at landsstýrisfólkini gera sítt arbeiði sum landsstýrisfólk, sigur Bárður Kass Nielsen. Sambært honum var landsstýrismálanevndin samd í síni niðurstøðu.

Eivind Jacobsen sigur, at hann staðfestir, at Landsstýrismálanevndini ikki hevur áhuga í at kanna gegnið hjá Kristinu Háfoss. Men hann leggur aftrat, at TAKS fer at koma við eini niðurstøðu, og tá fæst helst meir at vita um málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098