Løgreglan leitar: Plantasjan í Havn avbyrgd

Løgreglan leitar: Plantasjan í Havn avbyrgd
Løgreglan hevur avbyrgt stóran part av Plantasjuni í Havn eftir eitt innbrot hjá einum djóralækna í grannalagnum
Løgreglan hevur avbyrgt ein stóran part av Plantasjuni í Havn í sambandi við eitt innbrot í húsini hjá Djóralæknatænastuni við Varðagøtu tíðliga í morgun
Mynd: Loftmynd: Google Earth  
 
31.05.2016 - 10:02

Løgreglan hevur avbyrgt ein stóran part av Plantasjuni í Havn í sambandi við eitt innbrot í húsini hjá Djóralæknatænastuni við Varðagøtu tíðliga í morgun.

Tveir mans eru tiknir og skuldsettir í málinum. Norðari partur av Plantasjuni er avbyrgdur, eisini økið kring Listaskálan og dunnuhyljarnar.

Løgreglan boðsend tíðliga í morgun

Løgreglan varð boðsend um hálvgum seks tíðina í morgun, tá fólk varnaðust, at okkurt var á vási.

Tað var lætt at fylgja slóðini av lutum, sum hoyrdu til Djórlæknatænastuna, oman til Plantasjuna, har teir báðir menninir vórðu funnir.

Sambært vakthavandi í politistøðini hava teir tikið upp í fleiri sekkir av heilivági, sproytinálum og øðrum lutum, og eru farnir oman í Plantasjuna við tí.

Báðir menninir eru handtiknir, og løgreglan kannar nú málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334