10.000 flóttafólk druknað síðani 2014

10.000 flóttafólk druknað síðani 2014
Síðani í 2014 eru minst 10.000 fólk druknað í royndini at koma um Miðjarðarhavið til Evropa, vísir ein uppgerð, sum ST hevur gjørt
Minst 10.000 flóttafólk eru druknað síðani 2014, vísir ein uppgerð hjá ST. Higartil í ár eru umleið 3.000 fólk druknað í Miðjarðarhavinum.
 
09.06.2016 - 14:37

Talsmaðurin fyri flóttafólkastovnin hjá ST, UNHCR, Adrian Edwards, sigur, at í 2014 druknaðu 3.500 fólk, í fjør 3.771, og higartil í ár eru umleið 3.000 fólk druknað í Miðjarðarhavinum.

Síðani í januar eru 204.000 flóttafólk og tilflytarar komin um Miðjarðarhavið til Evropa, vísir uppgerðin hjá ST. Flestu bátarnir, sum eru gingnir burtur við flóttafólki, komu úr Libya.

SÍ EISINI Revsa lond ið siga »nei« til flóttafólk

ES fer í næstum at kunngera eina ætlan, sum hevur til endamáls at nýta pening úr ES-grunnum at gera íløgur í afrikansk lond, haðani flóttafólkini koma.

Ætlanin er eisini at senda flóttafólk og tilflytarar skjótari aftur til afrikansk lond, Pakistan og Afganistan, tá tað er greitt, at tey ikki fáa støðu sum flóttafólk í evropeiskum londum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558