Metnógvir bretar valrætt á ES-fólkaatkvøðu

Metnógvir bretar valrætt á ES-fólkaatkvøðu
46,5 milliónir bretar hava skrásett seg sum veljarar sambært bretsku valnevndini. Talið er tað størsta nakrantíð á einum bretskum vali
Metnógvir bretar hava valrætt á fólkaatkvøðuni hósdagin um, hvørt Bretland skal fara úr ES ella ikki
 
22.06.2016 - 16:42

Metnógvir bretar hava valrætt á fólkaatkvøðuni í morgin um, hvørt Bretland skal fara úr ES ella ikki.

- Fyribils talið av veljarum í Stórabretlandi og Gibraltar bendir á eitt met, sum er 46.499.537 veljarar, skriva valevni á heimasíðu sínari, sambært DR.

SÍ EISINI Aye - No: Stórur spenningur undan fólkaatkvøðuni

Metið frammaundan var á tjóðartingsvalinum í fjør, tá 46.354.197 bretar skrásettu seg sum veljarar. Freistin at skráseta seg var 7. juni, men tekniskir trupulleikar gjørdu, at freistin bleiv longd tveir dagar.

39 milliónir veljarar eru skrásettir í Onglandi, umleið fýra milliónir í Skotlandi, umleið 2,3 millónir í Wales og 1,26 milliónir veljarar í Norðurírlandi.

Á Gibraltar, sum liggur á við sponsku strondina, men sum hoyrir til Stóra Bretland, hava 24.117 fólk skrásett seg sum veljarar. Til samans eru 41.000 valstøð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558