Donald Trump missir atkvøður

Donald Trump missir atkvøður
Donald Trump, sum eftir øllum at døma verður valevni hjá republikanska flokkinum til amerikanska forsetavalið, hevur ikki so stóra undirtøku longur
 
28.06.2016 - 09:29

Ein meiningakanning vísir, at hann hevði fingið 39 prosent av atkvøðunum, um val var nú, og tað eru sjey prosentstig minni enn eftir eini meiningakanning í mai.

Sama kanning vísir, at Hillary Clinton hevði framgongd, úr 44 prosentum í mai, upp í 51 prosent í kanningini sum nú er almannakunngjørd. So stórur hevur munurin ikki verið síðan í fjør.

Ónøgd við bæði forsetavalevnini

Kanningin vísir eisini, at tveir av trimum amerikanarum halda ikki, at Donald Trump er førur fyri at standa á odda fyri landinum. Umleið líka nóg siga seg ivast í Trump sum forseta.

Fólk eru ikki nøgd við tað sum hann sigur um kvinnur, minnilutar og muslimar. Meiningakanningin vísir eisini á veikleikar hjá Hillary Clinton.

Washington Post skrivar, at fólk eru søguliga misnøgd við bæði forsetavalevnini. Helvtin av teimum spurdu siga seg ivast í Hillary Clinton sum forseta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744