Heita á danir um at steðga russiska gassleiðing

Heita á danir um at steðga russiska gassleiðing
Leiðingin skal leggjast úr Ruslandi, suður um Bornholm og til Týsklands
Angela Merkel heldur, at gassleiðingin er ein skilagóð ætlan
 
20.07.2016 - 09:37

Stjórnir í fleiri eystureuropeiskum londum heita nú á Danmark um at steðga eini gassleiðing, sum Russland ætlar at leggja ígjøgnum Eystrasalt, og sum skal veita Týsklandi gass. Leiðingin skal leggjast úr Russlandi suður um Bornholm og til Týsklands.

- Danska stjórnin eigur ikki at góðkenna ætlanina, Nord Stream 2, sum gassleiðingin eitur, sigur polski uttanríkisráðharrin. Hann sigur leiðigina vera eina politiska avgerð, sum Polland ikki vil gerast partur av.

Polski forsetin, Andrzej Duda, hevur fyrr sagt við tíðindastovuna, Reuters, at ætlanin um at leggja eina nýggja gassleiðing til Týsklands, sum ikki gongur ígjøgnum Ukraina, er ein politisk avgerð og ikki ein búskaparlig avgerð, og sum fer at undirgrava samstarvið millum londini í ES.

Ukraina missir nógva inntøku

Stjórnin í Pollandi sigur seg stúra fyri, at Vladimir Putin, forseti kann steingja fyri gassinum, um hann hevur hug til tað. Og nýggja gassleiðingin fer at hava við sær, at Ukraina fer at missa nógva inntøku.

Børsen skrivar, at uttanríkisráðharrarnir í Estlandi og í Litava eru samdir við polska uttanríkisráðharran, og teir halda eisini, at gassleiðingin er politisk heldur enn búskaparlig.

Týskland vil hava nýggju gassleiðingina, sum verður 1200 kilometrar long, tí landinum tørvar gass, so hvørt sum kjarnorkuverkini í Týsklandi verða latin aftur.

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, segði í juni, og gassleiðingin er ein búskaparliga skilagóð ætlan. Donsku myndugleikarnir og aðrir partar fara at viðgera umsóknina um gassleiðingina einaferð í 2017, skrivar Børsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659