Brexit eingin hóttan fyri ES

Brexit eingin hóttan fyri ES
ES stendur ikki fyri falli eftir Brexit-atkvøðuna í juni. Tvørturímóti er tað ein nýggj byrjan hjá Evropa, halda fleiri stjórnarleiðarar
Bretska fólkaatkvøðan í juni um limaskapin í ES kann verða ein nýggj byrjan hjá Evropa, halda stjórnarleiðararnir í trimum teimum fólkaríkastu ES-londunum
 
23.08.2016 - 09:40

Tað var høvuðsboðskapurin hjá Angelu Merkel, Francois Hollande og Matteo Renzi, tá leiðararnir í teimum trimum fólkaríkastu ES-londunum hildu tíðinafund um framtíðina hjá ES mánadagin.

Týski kanslarin, Angela Merkel, franski forsetin, Francois Hollande, og italski forsætisráðharrin, Matteo Renzi, hittust á suðuritalsku oynni Ventotene.

Har skulu londini royna at finna stevið undan toppfundinum í Bratislava hálvan september. Øll limalondini í ES uttan Bretland tingast um framtíðina hjá ES eftir Brexit.

Hollande ávarar um nationalismu

- Evropasamveldið er loysnin á trupulleikunum hjá Evropa, tí tað staðfestir frið, framgongd og frælsi, segði italski forsætisráðharrin sambært italska tíðindamiðlinum, The Local.

Franski forsetin, Hollande, ávaraði ímóti nationalismu og individualismu. Hann segði, Evropa kann fáa ágóðan av samanhaldinum, um evropeisku leiðararnir ikki freistast til at ganga sínar egnu leiðir, men heldur hugsa um felagskapin, skrivar The Guardian.

Týski kanslarin, Angela Merkel, hevði ongan hug at tosa um eitt tættari samveldi. Týski kanslarin tosar nú um eitt betri Evropa, ikki um meira Evropa.

Óvissa um framtíðar stevið

Angela Merkel tosaði um at skapa størv og styrkja ES fíggjarliga. Hon minti á, at ES bleiv til í eini roynd at skapa frið og fyri at standa saman í eini ómetaliga avbjóðandi tíð.

Merkel, Hollande og Renzi tosaðu um frælsi, frið og fólkaræði, sum var tað upprunaliga endamálið við ES, men spurningurin er, um tey hava funnið stevið, og um so er, hvat tað skal vera.

Stóri spurningurin er, hvussu evropeisku leiðararnir ætla at fyribyrgja, at fleiri lond fara sama veg sum Bretland, og hvat nýggja kósin hjá ES skal vera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744