Oljuprísurin lækkar aftur

Oljuprísurin lækkar aftur
Oljuprísurin lækkar aftur í morgun, eftir at prísurin hækkaði nakað týsdagin. Oljugoymslurnar eru størri enn hildið varð
 
24.08.2016 - 09:50

Prísurin lækkar eftir at ein uppgerð vísir, at amerikansku oljugomslurnar eru størri enn roknað varð við. Samstundis hevur oljumálaráðharrin í Irak biðið oljufeløgini í landinum um at økja søluna av olju, so landið fær størri inntøkur av oljuni.

Oljuprísurin hækkaði í gjár, tí ábendingar komu um, at londini í OPEC fara at mæla til at minka søluna av olju, tá tey hittast á fundi í september.

Iran hevur boðað frá, at landið verður við á OPEC-fundinum í Algeria, og at landið fer at stuðla einum uppskoti um at minka um søluna, fyri at fáa prísin á olju í eina tryggari legu.

Eingin stórvegis hækking í eygsjón

Eygleiðarar rokna ikki við at oljuprísurin fer at hækka stórvegis, eftir at amerikansku oljugoymslurnar eru størri, enn mett var, tí nógva summarkoyringin í USA er um at vera av, og tí fer ølju- og bensinsølan at minka.

Roknað verður heldur ikki við, at OPEC tekur nakra avgjørda støðu um sølu av olju, hóast limalondini fara at umrøða prísin.

Í dag verður ein tunna av WTI-olju, sum skal latast í oktober, seld fyri góðar 47 dollarar fyri tunnuna, og Brent oljan fyri góðar 49 dollarar fyri tunnuna. Tað er á leið ein dollara lægri enn í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744