Óvist um úrslitið verður fylgt

Óvist um úrslitið verður fylgt
Tað er ikki vist, at politikarar í Bretlandi gera tað, sum meirilutin á fólkaatkvøðuni í juni avgjørdi um ES-limaskapin hjá Bretlandi
 
24.08.2016 - 17:49

23. juni atkvøddu 52 prosent av bretum fyri, at Bretland skal fara burtur úr ES. Men tað er ikki vist, at politikararnir fara gera tað, sum meirilutin avgjørdi.

Owen Smith, ið stillar upp til formansvalið í andstøðuflokkinum Labour, sigur, at hann fer at forða fyri, at Bretland tekur seg úr ES, verður hann valdur til formann.

- Í parlamentinum fara vit at atkvøða móti øllum uppskotum um at seta grein 50 í verk, til Theresa May, forsætisráðharri, lovar at skipa fyri einari fólkaatkvøðu aftrat, ella parlamentsval verður útskrivað, sigur Owen Smith.

Parlamentið kanska atkvøða um málið

Tað er framvegis ógreitt, um parlamentið skal atkvøða um málið, áðrenn grein 50 í sáttmálanum, ið snýr seg um mannagongdir, tá eitt land tekur seg úr ES, verður sett í verk.

Men skal málið fyri undirhúsið, fer Owen Smith at royna at forða fyri, at tað verður samtykt. Owen Smith er í løtuni einasta mótvalevni hjá sitandi formanninum í Labour, Jeremy Corbyn.

Formansval verður á landsfundinum hjá Labour 24. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Mikudag 14. januar
Ring munnrøkt kann elva til sjúku
202655
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498