Óvist hvussu nógv fólk eru saknað

Óvist hvussu nógv fólk eru saknað
Jarðskjálvtin í Miðitalia í gjár hevur nú kravt minst 247 mannalív. Bjargingarlið leita framvegis eftir fólkum
Talið á deyðum eftir jarðskjálvtan í Miðitalia í gjár er nú komið upp á 247, siga myndugleikarnir í landinum
Mynd: AP  
 
25.08.2016 - 08:00

Bjargingarlið leita framvegis eftir fólkum í fleiri smáum býum og bygdum í økinum, sum vóru lagdir í oyði, og tí er vandi fyri at enn fleiri verða funnin deyð, upplýsa myndugleikarnir.

SÍ EISINI Yvirlit: Jarðskjálvtar í Italia seinastu 100 árini

Hesin jarðskjálvtin minnir nú um harða jarðskjálvtan sum rakti miðitalia í 2009, tá 309 fólk lótu lív. Jarðskjálvtin í gjáranáttina varð máldur til 6,2 á richter-stiganum.

Í gjár vóru minst 100 efirskjálvtar í Italia, tann harðasti varð máldur til 5,4. Í nátt og morgun eru eisini eftirskjálvtar, sum hava rakt fólk, skrivar italska tíðindastovan, Ansa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744