Fleiri útlendingar millum tey deyðu

Fleiri útlendingar millum tey deyðu
Í minsta lagi átta útlendskir ríkisborgarar eru millum teirra, sum lótu lív í jarðskjálvtanum í Italia mikunáttina
Higartil eru 267 fólk funnin deyð eftir jarðskjálvtan í Italia mikunáttina. Í minsta lagi átta útlendingar er millum tey deyðu
Mynd: AP  
 
26.08.2016 - 11:54

Higartil eru 267 fólk funnin deyð. Nógv tey flestu, til samans 193, vórðu stødd í lítla fjallabýnum Amatrice. Vanliga búgva umleið 2500 fólk í Amatrice, men um summarið eru nógv fleiri í býnum.

Sambært BBC doyðu tríggir bretskir ríkisborgarar í Amatrice, teirra millum ein 14 ára gamal drongur og familja hansara. Tveir rumenar eru eisini deyðir, upplýsir rumenska uttanríkisráðið.

SÍ EISINI Undantaksstøða lýst eftir jarðskjálvta

Myndugleikarnir í Spania, Kanada og El Salvador hava eisini váttað, at ríkisborgarar í hesum londum hava latið lív í jarðskjálvtanum. Í minsta lagi 365 fólk hava fingið skaða.

Jarðskjálvtin varð máldur til 6,2 á richter-stiganum, og hann hevði miðdepil 75 kilometrar í landsynning úr Perugia, sum er høvuðsbýurin í Umbria-landspartinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847