Suðurkorea: Norðurkorea hevur avrættað ráðharra

Suðurkorea: Norðurkorea hevur avrættað ráðharra
Norðurkorea drap í juli ein av sínum egnu ráðharrum, siga embætisfólk í grannalandinum sunnanfyri
Norðurkorea hevur avrættað Kim Yong-jin, vararáðharra í undirvísingarmálum, siga embætisfólk í Suðurkorea. Á myndini, forsetin í Norðurkorea, Kim Jong-un
 
31.08.2016 - 11:14

Norðurkorea hevur avrættað Kim Yong-jin, vararáðharra í undirvísingarmálum, siga embætisfólk í Suðurkorea sambært BBC News.

Uppáhaldið hjá suðurkoreansku embætisfólkunum er ikki váttað. Tað er heldur ikki greitt, hvaðani tíðindini eru, um at ráðharin skal vera avrættaður.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Norðurkorea skal hava tikið høg embætisfólk í landinum av døgum. Í februar ljóðaði, at ein herovasti í landinum var avrættaður.

Tá ljóðaði, at herovastin Ri Yong-gil varð avrættaður, tí hann hevði mutrað fólk og hevði elvt til sundurlyndi í kommunistiska stjórnarflokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744