Ráðharri: Ungarn blakast úr ES

Ráðharri: Ungarn blakast úr ES
Ungarn eigur at verða útihýst úr ES í eina tíð ella rætt og slætt koyrt úr Europasamveldinum, sigur uttanríkisráðharrin í Luksemborg
Ungarn skal útihýsast úr ES, heldur Jean Asselborn, uttanríkisráðharri í Luksemborg
Mynd: AP  
 
14.09.2016 - 08:50

Uttanríkisráðharrin í Luksemborg, Jean Asselborn, vísir til tað, sum hann kallar "ógvusligu brotini" hjá Ungarn á europeisk virði.

Í týska blaðnum Die Welt vísir Asselborn á, hvussu stjórnin í Budapest fer við flóttafólki, hvussu máað verður burtur av óheftninum hjá rættarskipanini og eisini av pressufrælsinum í landinum.

- Ungarn er næstan komið so langt sum at geva boð um at skjóta flóttafólk, sigur uttanríkisráðharrin í Luksemborg, Jean Asselborn, við Die Welt.

Ungarski uttanríkisráðharrin hevur svarað aftur og sagt, at Asselborn "als ikki kann takast í álvara." Leiðarar í ES skulu hittast fríggjadagin í Slovakia at viðgera framtíðina hjá samveldinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847