Bye bye næsta ár

Bye bye næsta ár
Bretski stjórnarleiðarin Theresa May fer helst at byrja formligu gongdina at flyta Bretland úr Europeiska Samveldinum tíðliga næsta ár
Einki hendir fyrr enn bretar aktivera nógv umrøddu grein 50 í Lissabon sáttmálanum
Mynd: Savnsmynd  
 
17.09.2016 - 12:35

Hetta skrivar BBC og endurgevur vælvitandi ES-keldur.
Donald Tusk, formaður í Europeiska ráðnum hevur verið á fundi við Theresu May, og har fekk hann at vita, at Bretland er tilreiðar at fara undir Brexit-tingingar í februar.

 

Tvey-ára skeið
Reglurnar og mannagongirnar fyri, hvussu Bretland skal sleppa burtur úr ES-limaskapinum, siga, at talan er um eitt tvey-ára tíðarskeið. Formliga kunnu tingingarnar ikki byrja, fyrr enn Bretland ger grein 50 í Lissabon-sáttmálanum virkna. Grein 50 er formligi knøtturin, sum trýstast skal á, tá eitt land vil ella skal burtur úr samveldinum.
Sera nógvar óvissur eru um framtíðar sambandið millum Bretland og ES. Ikki minst, um Bretland framhaldandi vil vera limur í innanmarknaðinum í Europeiska Samveldinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744