Flýggjaðu frá brennandi flóttafólkalegu

Flýggjaðu frá brennandi flóttafólkalegu
Útivið 4.000 fólk í eini flóttafólkalegu á griksku oynni, Lesbos, eru flutt burtur, eftir at eldur kyknaði í leguni mánakvøldið
Fólk í túsundatali flýggjaðu mánakvøldið frá einari flóttafólkalegu á griksku oynni, Lesbos, tá eldur kyknaði í leguni
Mynd: AP  
 
20.09.2016 - 09:48

Triðingurin av tjøldunum og bústøðunum eru farin upp í royk, upplýsir BBC. Eingi hevur fingið skaða. Fleiri fjølmiðlar hava víst myndir av meturhøgum eldslogum.

Løgreglan kannar, um eldurin á ásettur. Sambært ST-flóttafólkastovni eru í løtuni 5.600 flóttafólka á Lesbos. Men oyggin hevur bara umstøður til at hava 3.600, skrivar BBC.

Greinin heldur fram niðanfyri

Samanbrestir vóru í flóttafólkaleguni mánakvøldið, sigur grikska tíðindastovan, ANA. Ófriðurin er helst íkomin, tí tíðindi vóru farin at ganga um, at meginparturin av íbúgvunum í leguni skuldu flytast til Turkaland.

Fleiri av migrantunum, sum eru á griksku oynni, Lesbos, stúra fyri at verða flutt til Turkalands, upplýsir korrespondenturin hjá BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233