Vil vita, hvat sendistovurnar kosta landinum

Vil vita, hvat sendistovurnar kosta landinum
Tingkvinna vil vita, hvat føroysku sendistovurnar uttanlands kosta, og um diplomatiska støðan hjá sendifólkunum gagnar neyðugu sambondunum
Løgtingskvinna vil nú vita, hvat tað kostar landinum at reka tær fimm sendistovurnar, Føroyar hava uttanlands, teirra millum sendistovuna í Moskva á myndini
 
22.09.2016 - 08:05

Hvat kosta føroysku sendistovurnar uttanlands, og gevur diplomatiska støðan hjá sendifólkunum atgongd til neyðug sambond?

Tað vil Kristianna Winther Poulsen í Javnaðarflokkinum hava at vita frá Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkismálum. Hon ætlar at seta honum ein skrivligan fyrispurning um málið.

SÍ EISINI Landsstýrið umhugsar at lata aftur í Keypmannahavn

Føroyar hava í løtuni fimm sendistovur uttanlands; í Keypmannahavn, London, Brússel, Reykjavík og Moskva, og nú verður umrøtt at seta fleiri sendistovur á stovn. Til samans starvast 11 fólk á teimum fimm sendistovunum.

Kristianna Winther Poulsen vil hava at vita frá Poul Michelsen, hvat hann heldur, at føroyska samfelagið fær burtur úr teimum fimm sendistovunum, tá ið ræður um vinnulív, mentanar- og listaumhvørvið, útbúgving, politisku skipanina og samfelagið yvirhøvur.

SÍ EISINI Føroyar fáa sendistovu í Moskva

Kristianna Winther Poulsen spyr eisini, um landsstýrismaðurin fær regluligar skrivligar frágreiðingar um virksemið á sendistovunum.

Í yvirlitinum á fíggjarlógini er torført at síggja, hvussu peningurin til sendistovurnar verður brúktur, og um hann verður nýttur á best hátt, sigur tingkvinnan

SÍ EISINI Diplomatisk sambond týdning fyri búskapin

Allir skipanir eiga støðugt at verða eftirmettar til tess at vita, um skattakrónurnar verða nýttar á besta hátt, sigur hon.

Løgtingið fer á tingfundi fyrrapartin at taka støðu til, um fyrispurningurin hjá Kristionnu Winther Poulsen, tingkvinnu, skal svarast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329