Russland letur Sýria rakettir

Russland letur Sýria rakettir
Russland hevur latið sýriska herinum rakettir, sum bera langt, váttar russiska verjumálaráðið
Russar hava latið sýriska herinum rakettir, váttar verjumálaráðið í Russlandi. Talan er jørð-til-luft-rakettir, ið bera langt
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
05.10.2016 - 09:25

Sambært talsmanninum fyri russiska verjumálaráðið eru rakettirnar senda til eina flotastøð í býnum Tartus í Sýria. S-300 rakettirinar eru jørð til luft-rakettir, sum bera langt.

Tað er fyrstu ferð, at Russland hevur latið Sýria hetta slagið av rakettum sambært Reuters. Fyrr í vikuni vistu amerikanskir miðlar at siga, at Russland hevði sent S-300 rakettir til Sýria.

Greinin heldur fram niðanfyri

Í løtuni eru harðir bardagar í býnum Aleppo millum sýriskar deildir og uppreistrardeildir. Samstundis hevur USA gjørt av at slíta tingingarnar við Russland um eina vápnahvíld í Sýria.

ST heitti aftur í gjár át stríðandi partarnar um at steðga bardøgunum í Aleppo, so neyðhjálp sleppur fram til sivilfólkið, ið er kringsett í pørtum av býnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847