Umstrídd fosturtøkulóg verður av ongum

Umstrídd fosturtøkulóg verður av ongum
Nýggja lógin í Póllandi segði millum annað, at kvinnur kundu revsast við fongsulsrevsing, fáa tær fosturtøku hóast tær vórðu neyðtiknar
Viðhaldsfólk, ið taka undir við, at allar fosturtøkur í Póllandi skulu bannast, mótmæltu herfyri í landinum. Nú verður ætlaða lógarbroytingin kortini av ongum
Mynd: Savmsnynd/AP  
 
06.10.2016 - 14:53

Pólska fosturtøkulógin er longu millum tær strangastu í Evropa, men nýggja fosturtøkulógin, ið skuldi setast í gildi, var uppaftur strangari.

Uppskotið segði millum annað, at kvinnnur, sum fáa fosturtøku, kunnu revsast við fimm ára fongsulsrevsing - eisini um tær eru vorðnar við barn eftir neyðtøku ella blóðskemd.

Mótmæltu í fleiri londum

Eisini kunnu kvinnur, ið fáa fosturtøku, fáa fongsulsrevsing. Somuleiðis segði lógaruppskotið, at um ein kvinna missir fostrið av sær sjálvum, kann tað enda við fongsulsrevsing, um kvinnan ikki kann prógva, at hon ikki hevur viðvirkað til fosturtøku.

Tað eru broytingar sum hesar, ið ikki koma í gildi. Hetta millum annað tí, at ógvusligu mótmælistiltøk vóru. Pólskar kvinnur í hópatali mótmæltu.

Mótmælini vóru ikki bara í Póllandi, men eisini í Berlin, París, London og Brússel - og tað hevur pólska stjørnin tikið til eftirtektar nú lógin verður av ongum.

SÍ EISINI Banna kanska øllum fosturtøkum

Av teimum 450 limunum í stjørnini, atkvøddu 352 í móti, 58 fyri, meðan 18 greiddu ikki atkvøðu. Sostatt vóru ætlaðu broytingarnar í fosturtøkulógini av ongum. Lógin er tó strang í dag.

Hon er frá 1993 og sigur, at fosturtøkur bara eru lógligar, um lív ella heilsa hjá kvinnuni er í vanda, um fostrið ber álvarslig brek, ella um kvinnan er blivin upp á vegin eftir neyðtøku ella blóðskemd.

Sambært pólska heilsumálaráðnum verða einar 1000 lógligar fosturtøkur framdar í Póllandi árliga. Mett verður, at veruliga talið er nógv størri, at millum 80.000 og 190.000 kvinnur fáa fosturtøku annaðhvørt ólógliga í Póllandi ella uttanlands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Hósdag 29. januar
Breddin: Vitlíki og sálarheilsa
203423
Hósdag 29. januar
Morgunlestur hósdagur 29. januar 2026
203268
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377