Bilbumbur brustu nærhendis Ankara

Bilbumbur brustu nærhendis Ankara
Tað hendi, tá løgreglan bað fólkini um at geva seg yvir - men tey sýttu og sprongdu ístaðin heimagjørdar bilbumbur. Tvey fólk eru deyð
Bilbumbur brustu nærhendis Ankara
Mynd: Mynd: Aljazera  
 
09.10.2016 - 12:37

Tvey fólk sprongdu seg í luftina nærhendis turkiska høvuðsstaðnum Ankara í gjár. Tað hendi, tá løgreglan bað fólkini um at geva seg yvir - men tey sýttu og sprongdu ístaðin heimagjørdar bilbumbur.

Talan var um ein mann og eina kvinnu, bæði eru deyð, skrivar Reuters. Fólkini høvdu samband við kurdiska PKK. Reuters endurgevur tíðindastovuna Anadolu, sum vil vera við, at tey bæði fyrireikaðu eitt bumbuálop. Nú verður leitað eftir einum triðja persóni, sum er undir illgruna fyri at hava hjálpt teimum.

PKK, sum verður roknaður sum yvirgangsfelagsskapur av Turkalandi, ES og USA, hevur í trý áratíggju stríðst fyri einum kurdiskum heimlandi í landssynningspartinum av Turkalandi. Í hesum stríðnum hava fleiri enn 40.000 fólk latið lív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881