Trump ringdi til Jens-Frederik Nielsen beint eftir grønlendska valið

Trump ringdi til Jens-Frederik Nielsen beint eftir grønlendska valið
Landstingið hevur orðaskifti um viðurskiftini millum Grønland og USA í dag. Landsstýrisformaðurin sigur, at Trump hevur ongantíð ringt aftur til sín
Orðaskifti er í grønlendska landstinginum í dag um viðurskiftini millum Grønland og USA.
Mynd: Sermitsiaq  
 
02.02.2026 - 15:00

Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, upplýsti í landstinginum í dag, at amerikanski forsetin, Donald Trump, ringdi til sín og ynskti til lukku við landstingsvalinum.

- Eg var ringdur upp, og amerikanski forsetin ynskti til lukku. Hetta var, áðrenn eg gjørdist formaður í Naalakkersuisut, segði Jens-Frederik Nielsen, sambært Sermitsiaq.

Landstingið, Inatsisartut, hevur orðaskifti í dag um viðurskiftini millum Grønland og USA,.

Landsstýrisformaðurin legði aftrat, at Donald Trump hevur ikki ringt til sín, síðani hann gjørdist landsstýrisformaður. 

Pele Broberg, formaður í flokkinum Naleraq, sigur, at amerikanska umsitingin vendi sær til sín um at fáa samband við Jens-Frederik Nielsen. Boðini vóru at ynskja valevninum, sum hevði fingið flestar atkvøður á valinum, til lukku. 

 


Donald Trump, forseti, ringdi til Jens-Frederik Nielsen, sum seinni gjørdist landsstýrisformaður í Grønlandi, og ynskti honum til lukku við valinum. (Savnsmynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Serstakliga torfør støða

Landsstýrisformaðurin segði í røðu síni fyri landstinginum, at Grønland hevur seinastu 14 mánaðirnar verið í einari serstakliga truplari støðu. 

- Tað er harmiligt, at USA fleiri ferðir hevur sagt, at tað vil taka Grønland, segði hann. 

- Amerikanski forsetin er, bæði fyri og eftir, at hann tók við, komin við slíkum útsagnum uttan at taka tær aftur. Boðini og málini eru: USA skal taka og stýra Grønlandi.

- Fyri stuttum var víst aftur, at talan verður ikki um at taka Grønland við valdi, men støðan er óbroytt: Grønland skal knýtast at USA, sum eisini skal stýra Grønlandi, segði Jens-Frderik Nielsen. 

Hann sigur, at  Naalakkersuisut heldur fast við, at hesar útsagnir kunnu ikki góðtakast. Grønland er partur av kongsríkinum, og fer at halda fram at mennast sambært Sjálvstýrislógini. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945