Pundið lækkar støðugt

Pundið lækkar støðugt
Bretska pundið er lækkað meira enn 15 prosent í virði eftir bretsku fólkaatkvøðuna um limaskapin í ES
Bretska fólkaatkvøðan hevur ávirkað virðið á bretska pundinum tann skeiva vegin. Pundið hevur ikki verið so lágt í 30 ár
 
13.10.2016 - 09:05

Beint eftir fólkaatkvøðuna kostaðu 100 pund slakar 980 krónur. Nú kosta 100 pund slakar 825 krónur. Pundið hevur ikki havt lægri virði síðstu 30 árini.

Útlit eru fyri, at bretska pundið fer at lækka enn meira. Tað verður kortini ikki bara mett at vera av tí ringa, at pundið lækkar.

Kann vera gott fyri búskapin

Tað kann gera búskaparligu støðuna í Bretlandi betri, at pundið lækkar, tí tað verður bíligari at keypa vørur úr Bretlandi.

Gary Robson, deildarleiðari á ferðastovuni VisitBritian, heldur, at ferðafólk gera sær dælt av støðuni.

- Hagtølini vísa, at norðurevropearar koma hendanvegin at keypa, sigur hann, sambært bretskum miðlum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744