- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landasorg í eitt ár
Teilendska fólkið syrgir Bhumibol-kong, sum doyði hósdagin, 88 ára gamal. Og tað sæst aftur ymsastaðni í Tailandi, skriva útlendskir fjølmiðlar.
Seinast er komið fram, at allar teilendskar sjónvarpsstøðir skulu vísa sama sjónvarpssignal - ein svart-hvítan dokumetar um deyða kongin vístur.
Greinin heldur fram niðanfyri
What should tourists do in Thailand as the country mourns King Bhumibol's death? https://t.co/EK6dTNWk1a pic.twitter.com/o8nH5nTa0W
— BBC News (World) (@BBCWorld) October 14, 2016
Eisini útlendsku sjónvarpsrásirnar, BBC, CNN og Al Jazeera vísa svart-hvíta filmin um deyða kongin í landinum.
Sambært AFP, hevur teilendski herurin, sum hevur valdið í landinum, givið øllum sjónvarpsrásum, eisini satelittrásum, boð um at vísa filmin.
- Allar sjónvarpsrásir skulu næstu 30 dagarnar vísa saman sjónvarpssignal, sigur talsmaðurin fyri herin sambært AFP-tíðindastovuni.
Ongar veitslur haldast
Almenn landasorg er lýst í landinum í eitt ár, frá í dag at rokna. Harumframt skulu øll almenn starvsfólk ganga í svørtum næsta árið, segði forsætisráðharrin í landinum.
Samstundis mælir hann til, at ongar veitslur verða hildnar í landinum í ein mánað. Allir almennir bygningar skulu flagga í hálvari stong næstu 30 dagarnar, skrivar Reuters.
Ferðafólk, sum koma til landið, hava eisini fingið boð um at vísa virðing. Bhumibol hevur verið kongur í Tailandi í 70 ár.