Handtikin fyri bumbuhóttanir

Handtikin fyri bumbuhóttanir
Løgreglan handtók fyri løtu síðani ein 28 ára gamlan mann fyri fleiri bumbuhóttanir í danska høvuðsstaðnum í dag
Ein 28 ára gamal maður varð fyri løtu síðani handtikin fyri at seta fram fleiri bumbuhóttanir í Danmark í dag, millum annað í floghavnini í Kastrup
 
17.10.2016 - 17:58

Løgreglan hevur fyri einum góðum tíma síðani handtikið ein mann frá Slagelse í sambandi við mongu bumbuhóttanirnar, sum hava órógvað floghavnir, sølumiðstøðir, skúlar og sjúkrahús í Danmark í dag.

Maðurin er undir illgruna fyri at hava sent mongu hóttanirnar. Hann er kenningur hjá politinum, og hann varð handtikin uttan stórvegis hóvasták, skrivar TV2.

Summastaðni valdi løgreglan at ruddað hóttu økini fyri fólk, men aðrastaðni, so sum í Fields og í Kastrup floghavn, tók løgreglan ikki hóttanirnar í álvara, so har var eingin evakuering.

Handtikni maðurin skal grundlógaravhoyrast í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744