Mugu boðsenda útlendingum

Mugu boðsenda útlendingum
Tað gongur so illa hjá Royal Greenland at fáa grønlendingar at arbeiða á fiskavirkjum, at neyðugt verður at boðsenda kinesarum at manna virkini
Tað gongur so illa at fáa grønlendingar at arbeiða á fiskavirkjum í landinum, at boð nú eru send eftir útlendingum at arbeiða á virkjunum
 
24.10.2016 - 09:01

Fyrstu 30 kinesararnir koma til Grønlands í vár, sigur samtøkustjórin í Royal Greenland, Søren Olsen Damgaard, við heimasíðuna hjá Royal Greenland.

- Søludeildin í Kina er farin at søkja eftir 30 fólkum, sum vilja arbeiða á fiskavirkjunum. Hetta er bara fyrsta stigið.

Ætlanin er at fáa fleiri útlendingar at arbeiða hjá okkum næsta ár, sigur Søren Olsen Damgaard. Formaðurin í grønlendska landsfelagsskapinum, SIK harmast um støðuna.

SÍ EISINI Grønlendingar tíma ikki at arbeiða fisk

Jess G. Berthelsen sigur við grønlendska kringvarpið, KNR, at tað ber ikki til at skera allar grønlendingar yvir ein kamb og siga, at teir tíma ikki at arbeiða. 

Formaðurin í SIK viðurkennir, at tað eru trupulleikar í ávísum vinnum, millum annað í fiskiídnaðinum.

- SIK er ikki ført fyri at loysa trupulleikan einsamalt. Vit noyðast øll at samstarva, til tess at loysa trupulleikan, sigur Jess G. Berthelsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744