Rudda flóttafólkalegu í Fraklandi

Rudda flóttafólkalegu í Fraklandi
Stóra franska legan við flóttafólki og migrantum, sum verður kallað "Frumskógurin", skal nú burtur. 7-10.000 fólk eru í leguni
Fronsku myndugleikarnir rudda í dag økið, sum liggur í havnabýnum Calais, har tunnilin millum Bretland og Frakland kemur upp. Myndugleikarnir gera seg nú til reiðar at ríva leguna niður.
Mynd: AP  
 
24.10.2016 - 14:28

BBC skrivar, at økið er sum ein magnetur fyri flóttafólk og migrantar, sum vilja til Bretlands, annaðhvørt tí tey kenna onkran har, ella tí tey meta seg hava betri møguelika fyri at klára seg har, tí tey duga málið. 

Í 1999 var ein móttøkustøð hjá Reyða Krossi gjørd til nøkur-og-100 fólk úr Kosovo í einum tunnilshangari, men endin varð, at meira enn 1500 flóttafólk og migrantar úr Afghanistan, Kosovo og Irak hildu til á staðnum. 

Hvørja viku vórðu fólk smuglað til Bretlands, og í 2002 varð ein avtala gjørd við bretsku myndugleikarnar um at lata mótøkustøðina aftur. Í tí sambandi tók Bretland ímóti 1300 irakiskum kurdum og afghanarum, og Frakland tók so restina.

Umleið 1.500 børn í leguni

Afturlatingin av støðini hevði bara við sær, at fólk settu tjøld upp aðrastaðni í býnum, serliga nærhendis motorvegnum. Nú flóttafólkastreymurin er vaksin so nógv seinastu árini, er talið á fólkið í økinum vaksið upp í 7-10.000, harav eini 1500 eru børn.

Legan verður sum nevnt rópt "Frumskógurin" og er ein heilur býur av tjøldum og skúrum, ið byrgdir eru av burturkasti. Myndugleikarnir í Fraklandi eru í rættiligari tvístøðu av leguni

Tí øðrumegin vilja teir ikki hava, at umstøðurnar eru ov góðar, so enn fleiri leggjast afturat, men hinumegin mugu hampilig viðurskifti kortini tryggjast í leguni.

Fyrstu flóttafólkini farin

Í juli í ár royndu 2000 flóttafólk og migrantar at sleppa til Bretlands gjøgnum tunnilin, og myndugleikarnir báðu megin Ermasund gjørdu av at senda migrantar frá Vesturafrika heimaftur.

Onnur verða flutt til aðrar legur í Fraklandi. Uppaftur onnur sleppa til Bretlands, men bara um tey hava tilknýti til landið frammanundan.

Tíðindafólk skriva á miðlum og Twitter í dag, at fyrstu bussarnir við fólki eru farnir úr leguni, og at flóttafólkini og migrantarnir hava fingið armbond í ymsum litum, alt eftir, hvagar tey skulu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659