Vánalig útlit fyri javnstøðu

Vánalig útlit fyri javnstøðu
Fíggjarlig javnstøða verður neyvan í heiminum fyrr enn um 170 ár, í 2186. Tað staðfestir frágreiðing, ið verður kunngjørd í dag
Stígur er í royndunum at fáa fíggjarliga javnstøðu millum kynini, vísir ein frágreiðing hjá World Economic Forum, ið kemur í dag. Føroyar eru ikki við í frágreiðingini
 
26.10.2016 - 10:03

Stígur er í royndunum at fáa fíggjarliga javnstøðu millum kynini, vísir ein frágreiðing frá World Economic Forum. Tað merkir, at vit neyvan fáa fíggjarliga kynsjavnstøðu fyrr enn 2186

Reuters skrivar, at bara fyri fáum árum síðani metti World Economic Forum, at tað ikki fór at taka 170, men 118 ár.

- Hesar forsagnirnar lýsa aktuellu gongdina og vísa á tørvin á tiltøkum, sigur Saadia Zahidi, nevndarlimur í WEF.

Afrikanskt land ovarlaga

Ísland og Finnland standa seg best í metingini, har mett er um kynsjavnstøðu innan útbúgving, heilsu, livialdur, fíggjarligar møguleikar og politiskt vald.

Síðani koma Noreg og Svøríki - og, sum kanska er heldur óvæntað, so liggur Rwanda á einum fínum fimtaplássi.

Í Rwanda eru umstøðurnar batnaðar nógv á mongum økjum. WEF vísir tildømis á, at í ongum øðrum landi eru so nógvar kvinnur í tjóðartinginum, sum í Rwanda.

Danmark niður á listanum

Danmark er dottið niður á pláss 19. Hóast Ísland er á fremstaplássi, so var árliga verkfallið millum kvinnur í Íslandi fyrr í vikuni.

Klokkan 14:38 mánadagin góvust kvinnurnar í Íslandi at arbeiða, eftirsum hagtølini vísa, at grundað á ein arbeiðsdag frá 9-17, so fáa kvinnur ikki løn eftir klokkan 14:38,

Tí løgdu íslendskar kvinnur arbeiðið niður júst tá, also klokkan átta minuttir yvir hálvgum trý. Føroyar eru ikki við í metingini hjá World Economic Forum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847