Harður jarðskjálvti í Italia

Harður jarðskjálvti í Italia
Eingin fráboðan er komin um deyðsføll, men oyðileggingin hevur verið stór
Sjálvtin hevur oyðilagt fleiri bygningar
 
30.10.2016 - 11:15

Skjálvtin rakti miðitalia í morgun. Miðdepilin var 68 kilometrar í ein útsynning úr Perugia nærhendis lítla býnum Norcia.

Jarðskjálvtin málti 6,6 á Rictherstiganum, og er harðari enn teir sum raktu sama øki fyri nøkrum døgum síðani, skrivar BBC.

Oyðilegging og løstir

Fleiri bygningar eru oyðilagdir, har ímillum søguliga kirkjan í býnum Norgja.

Ongar fráboðanir um deyðsføll enn, tó so at onkur er løstaður. 

Vóru fyrireikað

Orsøkin er helst, at fleiri vóru flutt úr býnum í samband við skjálvtarnar í síðstu viku. Tað hevur helst bjargað nógvum, at tey hava valt at bíða í nakrar dagar, áðrenn tey fóru aftur í húsini, skrivar BBC.

Jarðskálvtin í morgun rakar slakar tveir mánaðir eftir, at ein stórur skjálvti drap næstan 300 fólk, og oyðilegði fleiri italskar býir í august.

Ristingar kendust víða

Sambært BBC kendust rystingarnar bæði í høvuðsstaðnum Rom og í VeneziA, sum liggur væl norðan fyri rakta økið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659