Íslendska stjórnin fall á valinum í gjár

Íslendska stjórnin fall á valinum í gjár
Alt stendur kortini púra opið, tí eingin hevur vunnið greiðan meirilutan og kann skipa eina upplagda samgongu
Íslendingar feldu sitandi stjórn á valinum í gjár
 
30.10.2016 - 10:45

Íslendska Kringvarpið RUV skrivar, at stjórnin hevur mist níggju tingsessir, og tí fáa Framsóknarflokkurin og Sjálvstæðisflokkurin ikki einsamallir skipað samgongu aftur. 

Framsóknarflokkurin, sum hevði forsætisráðharran seinasta valskeið, hevur størst afturgongd og misti átta altingslimir. 

Sjálvstæðisflokkurin varð nógv størsti flokkur. Hann fekk 21 av teimum 63 altingssessunum.

Protestflokkar gott val

Størsti spenningurin var um, hvussu Piratarnir fóru at standa seg á valinum í gjár. Piratarnir endaðu við at fáa 10 sessir, sjey fleiri enn á seinasta vali. 

Eisini Vinstra Grønu stóðu seg væl og fingu 10 sessir, tveir fleiri enn seinast.

Nýggi flokkurin Viðreisn - ella Endurveking - fekk heilar sjey tinglimir, meðan Javnaðarflokkurin hevur sítt vánaligasta val í søguni og fekk tríggjar tingsessir - seks færri enn seinast, og gjørdist harvið minsti flokkur á valinum í gjár.

Flokkurin - Bjørt Framtíð - sum á fyrsta sinnið stillaði upp seinast val var í Íslandi, megnaði so dánt at halda skansan og fekk fýra tinglimir.

Ætlað samgongu ov stutt

Fyri valið høvdu Piratarnir, Tey Vinstra-Grønu, Bjørt Framtíð og Javnaðarflokkur avtalað at skipa samgongu, fingu tey meiriluta, men tað fingu tey ikki, helst  tí nýggi flokkurin Viðreisn stóð seg betur enn væntað og tók atkvøður frá andstøðuflokkunum.

Smá 80 prosent av teimum, sum hava valrætt í Íslandi, greiddu atkvøðu á Altingsvalinum í gjár.

Væntaðu tap

At Framsóknarflokkurin tapti valið so dyggiliga kom ikki óvart á nakran.

Fyrrverandi formaður floksins og forsætisráðharrin Sigmundur Dávið Gunnlaugsson, mátti leggja frá sær í vár, eftir at panamaskjølini avdúkaðu, at hann og konan høvdu fjalt ognir fyri skattavaldinum. 

Eftir tað tók eitt beiskt stríð seg upp í flokkinum millum nýggja forsætisráðharran Sigurður Inga Jóhansson og frákoyrda forsætisráðharran, sum báðir eru í sama flokki.

Stríðið endaði ikki fyrr enn fyri trimum vikum síðani, tá Sigurður Ingi Jóhansson formliga gjørdist formaður í Framsóknarflokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738