Høvdu ólógligar knívar og hassj

Høvdu ólógligar knívar og hassj
Politiið í Havn steðgaði í nátt einum bili við ungum monnum, sum høvdu hash og ólógligar knívar uppi á sær
 
20.11.2016 - 10:49

Politiið í Havn steðgaði í nátt einum bili við nøkrum ungum monnum, sum politiið kennir. Tveir teirra høvdu eitt sindur av hashi uppi á sær, sum politiið tók, og menninir fáa bót fyri tað.

Politiið fann eisini knívar uppi á monnunum í bilinum. Politiið tók knívarnar, sum eru ólógligir, og skrivaði eisini bót fyri teir.

Góvu løgregluni fingurin

Tveir aðrir ungir menn fáa 600 krónur í bót hvør fyri at geva politinum fuckfingurin, sum tað eitur, í miðbýnum í Havn. Tað er brot á politiviðtøkuna.

Um sjey-tíðina í morgun fór ein bilur út vegnum í Kollfjarðardali. Tveir menn vóru í bilinum, og teir vórðu koyrdir á Landssjúkrahúsið. 

Politiið sigur, at hálka var orsøkin til óhappið. Rúsdrekka var ikki uppií, vístu kanningarnar hjá politinum. Politiið kannaði fimm skeinkistøð í Havn í nátt, men har var alt í lagi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360