Fidel Castro deyður

Fidel Castro deyður
Fyrrverandi kubanski leiðarin, Fidel Castro, er deyður, 90 ára gama
 
26.11.2016 - 11:07

- Kæru kubanar, tað er við sorg í hjarta, at eg skal boða okkara fólki, okkara vinum í Amerika og kring allan heim, at í dag, 25.november klokkan 22:29, er oddamaðurin í kubansku kollveltingini, Fidel Castro Ruz, deyður.

Soleiðis ljóðaði tað í almenna kubanska sjónvarpinum í gjárkvøldi, tá bróðir Fidel Castro - Raul Castro - sum nú er forseti á Cuba, bar tjóðini deyðsboðini.

Forseti í 46 ár

Seinast í fimmtiárunum stóð Fidel Castro á odda fyri tí kollvelting, sum broytti Cuba til eitt kommunistiskt samfelag. Eftir guerillakríggj í fleiri ár eydnaðist tað Fidel Castro og hansara fólki at taka valdið á Kuba, 1. januar í 1959.

Fidel Castro sat sum forseti í samfull 46 ár, líka til 2008, tá heilsan fór somikið at bila, at hann kendi seg noyddan at lata valdið víðari til yngra bróðurin, Raul.

Síðstu árini var Fidel Castro lítið at síggja alment, men á landsfundinum hjá kubanska kommunistaflokkinum í vár helt hann røðu, har hann enn einaferð vardi kommunistisku hugsjónina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155