Fyrilestur við evropameistara

Fyrilestur við evropameistara
Dagur Sigurðsson heldur almennan fyrilrestur fyri hondbóltsáhugaðum
 
28.11.2016 - 09:46

Dagur Sigurðsson er kendur íslendskur hondbóltsvenjari og fyrrverandi landsliðsleikari.

Dagur er í løtuni venjari hjá týska manslandsliðnum. Undir hansara leiðslu vann Týskland fyrr í ár Evropameistaraheitið. Á olympisku leikunum í Rio vann Týskland bronsu.

Dagur fer at fortelja um sína hondbóltslívsleið, um íslendskan hondbólt, hví lítla landið Ísland er so frammaliga í altjóða hondbólti, og um leiðslu og motivatión og leiklutin sum venjari.

Fyrilesturin verður í kvøld klokkan 19.00 í hølunum hjá Bank Nordik á Oknarvegi í Havn. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025