Leggur frá sær í 2017

Leggur frá sær í 2017
Franski forsetin François Hollande boðaði í gjárkvøldið frá, at hann stillar ikki uppaftur, men fer frá, tá forsetaskeið hansara er lokið næsta ár
François Hollande boðaði hóskvøldið frá, at hann stillar ikki uppaftur, tá forsetaskeið hansara er lokið næsta ár
 
02.12.2016 - 08:37

Mett verður at Francois Fillon, ið er valevni hjá konservativa republikanska flokkinum, hevur bestu møguleikarnar at vinna forsetavalið næsta ár.

Í sjónvarpsrøðu til franska fólkið í gjárkvøldið segði François Hollande, at forsetaskeið hansara hevður verið avbjóðandi og sipaði til yvirgangsálopini í Nice í summar og í Paris í fjør.

Men orsøkin til avgerðina um ikki at stilla uppaftur segði forsetin vera, at tað ikki hevur eydnast honum at minka arbeiðsloysið tað, hann hevði ætlað.

Avgerðin djørv

Fyrstu viðmerkingarnar hjá eygleiðarum í Paris eru, at François Hollande hevur tikið eina djarva avgerð, tá hann ikki stillar uppaftur.

Tí tað fer at gera tað lættari hjá einum hóvligum forsetavalevni at fáa nóg stóra undirtøku og vinna á høgrapolitikaranum Marine le Pen og flokki hennara, Front Nationale.

Haraftrat er ósemja í sosialistiska flokkinum. Tað ger, at møguleikarnir hjá flokkinum, at gera seg galdandi til forsetavalið eru smáir - eisini um talan var um eitt annað valevni enn François Hollande.

çois>
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744