Samráðingar bóru ikki á mál

Samráðingar bóru ikki á mál
Tað eydnaðist ikki at skipa stjórn í Íslandi, áðrenn Altingið kemur saman seinnapartin í dag fyri fyrstu ferð eftir valið 29. oktober
Tað er ikki eydnast, at skipa stjórn í Íslandi, áðrenn teir 63 altingslimirnir koma saman í dag, fyrstu ferð síðani altingsvalið síðst í oktober
 
06.12.2016 - 09:18

Tí er stjórnin hjá Framsóknarflokkinum og Sjálvstæðisflokkinum framvegis starvsstjórn. Í løtuni royna allir hinir flokkarnir uttan teir báðir at skipa stjórn.

Forkvinnur og formenn í flokkunum hittust í gjár, mánadagin. Men tað var bara óformligt prát, ongar veruligar samráðingar.

SÍ EISINI Stígur komin í samráðingar

Tað sigur Birgitta Jónsdóttir, forkvinna í tingbólkinum hjá Piratunum, við íslendska kringvarpið, RUV. Hon hevur tó vón um, at ein stjórn fer at spyrjast burturúr.

Steingrímur J. Sigfússon, sum hevur verið longst í Altinginum av øllum tingfólkum, sum vórðu vald 29. oktober, verður altingsformaður fyri fyrst.

Eitt tað fyrsta at gera hjá nývalda tinginum verður at velja fólk í 72 sessir í átta føstum nevndum. Tingsetan hjá Altinginum, sum byrjar í dag, er nummar 146.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659