ST-aðalskrivarin finst at Russlandi og Sýria

ST-aðalskrivarin finst at Russlandi og Sýria
ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, finst hvassliga at Sýria og Russlandi, sum sameind eru farin í hernað móti uppreistrarbólkum í sýriska býnum Aleppo
Seinastu tíðindini eru, at sýrisk herfólk ganga hurð til hurð og drepa sivil
Mynd: savnsmynd  
 
13.12.2016 - 16:15

Fólk, sum stødd í Aleppo, hava boðað frá ræðuleikum seinastu dagarnar, tí álopini á uppreistrarbólkar eru herd nógv, uttan at fyrilit yvirhøvur verða tikin at verja sivilfólk, børn ella kvinnur. 

Ein amerikanskur diplomatur sigur við BBC, at í minsta lagi 50.000 fólk støðugt eru undir bumbuálopum, tí Russland og Sýria sýta fyri at stegða álopunum, so sivilfólk sleppa burtur, ella at veita løstaðum hjálp.

Eisini Jan Egeland, serligi mannarættindaráðgevin hjá ST, hevur fremstafingur á lofti og sigur, at Sýria og Russland nú einsamøll hava ábyrgdina fyri ræðuleikunum í Aleppo.

Sýriskar stjórnardeildir hava við russiskari hjálp seinasta mánaðin vunnið aftur meiri enn 90 prosent av økinum í Aleppo, sum uppreistrarbólkar hava havt valdið á.

Sambært almennum tølum frá Assad forseta, hava 550 sivilfólk og 360 uppreistrarfólk hava latið lív í Aleppó seinasta mánaðin, men keldur hjá BBC vilja vera við, at veruliga talið á deyðum í Aleppo er nógv størri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659