Landsbankin skal fáast at virka frá 1. januar

Landsbankin skal fáast at virka frá 1. januar
Ætlanin er, at Landsbankin skal virka aftur frá 1, januar 2017, hóast stjóri ikki verður settur fyrr enn aftaná ta tíð
Landsbankin skal virka aftur frá 1, januar 2017
Mynd: Savnsmynd  
 
19.12.2016 - 13:30

Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Tá løgtingið í november hevði samtykt at stovna Landabankan aftur, fingu partarnir, sum skulu manna nevndina, boð um at velja síni umboð í nevndina, og ætlanin er, at tað skal gerast fyri jól.

Les eisini: Lógin lýst

Sjey fólk skulu manna nevdina í Landsbankanum. Fakfeløgini skulu velja eitt umboð, arbeiðsgevararnir eitt, kommunurnar eitt, Fróðskaparsetrið tvey, og so skal landsstýrið velja tvey umboð í nevndina. Nevndin skipar seg sjálv. Tað verður so nevndin sum skal lýsa eftir stjóra til Landsbankan, og tað verður gjørt fyrst í nýggja árinum. Landsbankin skal halda til í Fíggjartúni á Argjun, tí har er størsta vitanin á fíggjarøkinum, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna.

Tá Landsbankin verður stovnaður, verður Gjaldstovuráðið tikið av. Gjaldstovuráðið hevur virkað síðani Landsbankin varð tikin av sum stovnur fyri nøkrum árum síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523