Tikin fyri yvirgangsálopið í Berlin

Tikin fyri yvirgangsálopið í Berlin
Ein 40 ára gamal maður úr Tunis er handtikin, tí myndugleikarnir hava illgruna um, at maðurin kann setast í samband við atsóknina í Berlin á jólum
Týska løgreglan sigur seg hava tikið ein mann, sum er undir illgruna fyri at hava havt ein fingur við í spælinum, tá álop varð framt í Berlin fyri jól
 
28.12.2016 - 17:36

Týska løgreglan sigur seg hava tikið ein mann, sum er undir illgruna fyri at hava havt ein fingur við í spælinum, tá álop varð framt í Berlin fyri jól.

Talan er um ein 40 ára gamlan mann úr Tunis, men tað er ikki greitt, hvat tilknýti hann hevði til álopsmannin, 24 ára gamla, Anis Amri, sum eisini var úr Tunis, skriva týskir miðlar.

Amri rændi ein stóran lastbil frá einum 37 ára gomlum førara úr Pólland, sum hann gjørdi av við. Síðani koyrdi hann inn í eina mannamúgvu á einum jólatorgi í Berlin.

Anis Amri flýddi eftir hendingina, og fór umvegis Frakland til Milano í Italia, har hann varð skotin av italsku løgregluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155