Tilbúgvingin í harraloysi

Tilbúgvingin í harraloysi
Eingin er settur at hava yvirskipaðu leiðsluna og samskipanina av tilbúgvingini, millum annað tá ódnarveður rakar landið
Føroyar hava ongan sentralan tilbúgvingarsamskipara at standa fyri eini felags tilbúgvingarætlan fyri landið, tá ið ódnarveður, vanlukkur ella skaðahendingar raka
 
28.12.2016 - 18:17

Føroyar hava ongan sentralan tilbúgvingarsamskipara at standa fyri eini felags tilbúgvingarætlan fyri landið, tá ið ódnarveður, vanlukkur ella skaðahendingar raka.

Ódnirnar um jólini settu Føroyar í eitt slag av undantaksstøðu. Løgreglan mælti fólki frá at fara út, Strandferðslan var óvirkin og Føroya Tele skerdi netferðina fyri at spara streym.

Kringvarpið sendi í úrtíð fyri millum annað fyri at kunna frá SEV um nær fólk fingu ljósið aftur, frá Landsverki um veðrið og fyri at frætta, hvussu átøk hjá bjargingarliðum um landið eydnaðust.

Trupulleikin ikki nýggjur

Í longri tíð hava almennu Føroyar ongan tilbúgvingarstjóra havt, sum tekur sær av at samskipa tilbúgvingarætlanirnar millum stovnar og øki í landinum.

Vørn hevur havt tilbúgvingarsamskipara í starvi, men eftir at hann gavst er eingin komin í staðin. Játtanin hjá stovninum hevur ikki rokkið til at seta nýggjan samskipara til tilbúgvingina fyri Føroyar.

Tað sigur Elmar Højgaard, stjóri á Vørn. Sostatt er í dag eingin, sum kann taka saman um ella siga, hvussu tilbúgvingin í sambandi við jólaódnirnar eydnaðist.

Vørn vil ikki hava ábyrgdina

Elmar Højgaard vísir harafturat á, at tilbúgvingarsamskiparin hoyrir ikki heim undir Vørn, tí Vørn er virkin partur í tilbúgvingini fyri Føroyar, og ein tilbúgvingarstjóri eigur at vera óheftur av einum ávísum stovni. Málsøkið tilbúgving er undir Fiskimálaráðnum.

Har sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri, at fyrst í næsta ári fer ráðið sjálvt at søkja eftir einum tilbúgvingarsamskipara, sum skal syrgja fyri, at Føroyar í friðartíð, sum hann málber seg, altíð hava eina dagførda og greiða tilbúgvingarætlan at seta í verk.

Pengar eru settir av á fíggjarlógini fyri 2017, so til ber at seta ein samskipara í starv í Fiskimálaráðnum, sigur Rógvi Reinert.. Á sjógvi hevur MRCC ábyrgd av, at tilbúgvingarætlanir verða útintar og á landi er tað løgreglan, ið hevur ábygdina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302