Flóttafólk rýma úr Týsklandi

Flóttafólk rýma úr Týsklandi
55.000 flóttafólk og tilflytarar eru sjálvboðin flutt úr Týsklandi í ár. Tað eru tvífalt so mong, sum eru víst av landinum
Metnógv flóttafólk og tilflytarar eru sjálvboðin flutt úr Týsklandi í ár, tvífalt so mong, sum eru víst av landinum
 
29.12.2016 - 09:16

Flestu flóttafólkini eru farin aftur til vestara part av Balkan, skrivar týska dagblaðið, Süddeutsche Zeitung, á heimasíðuni hjá blaðnum.

Størsti bólkurin eru albanar, sum telja 15.000. 5.000 eru úr Serbia og somuleiðis 5.000 úr Kosovo og Irak.

Metnógvar umsóknir um friðskjól

Í fjør setti talið á fólki, sum søktu friðskjól í Týsklandi, met, tá 890.000 umsóknir komu til myndugleikarnar.

Í ár hevur Týskland víst 25.000 tilflytarum av landinum. Sum heild hava fólk, sum koma úr vestara parti av Balkan, ikki rætt til uppihald í Týsklandi.

Týsku myndugleikarnir siga, at vaksandi tal av asylsøkjarum eisini flyta sjálvboðin aftur til Afghanistan, Iran og Irak.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155