Løgreglan skal basa dálking

Løgreglan skal basa dálking
Borgarstjórin í kinesiska høvuðsstaðnum hevur sett eitt løgreglulið, ið skal fáa fólk at dálka minni. Í løtuni er vandamikið at fara út
Dálkingin í kinesiska høvuðsstaðnum er nú so ring, at løgreglan er sett inn at basa trupulleikanum. Sí videoupptøku í greinini her
Mynd: Skíggjamynd/Videoupptøka á YouTube  
 
08.01.2017 - 09:50

Trupulleikarnuir av dálking í Beijing eru nú so stórir, at borgarstjórin í kinesiska høvuðsstaðnum hevur sett eitt løgreglulið at tálma dálkingini.

Sí upptøkuna niðanfyri

Løgregluliðið skal forða fyri, at rusk verður brent í gøtunum, og at matstovur, sum útleiða nógvan royk, fyribils verða stongdar, skrivar BBC.

Íbúgvarnir í kinesiska høvuðsstaðnum eru noyddir at verða heima, tí luftin í løtuni er so dálkað, sigur BBC sambært kinesisku tíðindastovuni, Xinhua.

Greinin heldur fram niðanfyri

Video: Soleiðis sá út í Beijing um morgunin 2. januar. Í upptøkuni sæst dálkingin frá ferðsluni um morgunin eftir 20 minuttum í tíðartódn (timelapse), sum er 48 sekund.

Borgarstjórin í Beijing lovar at lurta eftir atfinningum hjá borgarunum í býnum, og hevur ætlanir um at steingja minst 500 verksmiðjur, sum dálka illa, í 2017.

2.500 aðrar verksmiðjur í kinesiska býnum skulu eisini gerast meira umhvørvisvinarligar. Málið er at minka dálkingina við 30 prosentstigum í mun til í 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744