Sjónvarpið sendir hondbóltsdyst beinleiðis

Sjónvarpið sendir hondbóltsdyst beinleiðis
U21-landsliðið í hondbólti hjá monnum spælir seinnapartin ein av týdningarmestu dystunum, tá liðið klokkan 17 spælir ímóti Finnlandi
Sjónvarpið sendir beinleiðis tá føroyska U21-landsliðið í hondbólti hjá monnum spælir dyst ímóti Finnlandi í Høllini á Hálsi í Havn
Mynd: jn.fo  
 
08.01.2017 - 13:09

Føroyar eru nú einsamallar á odda í HM-undankappingarbólkinum fyri U21-lið fyri menn, sum verður avgreiddur í Føroyum. Føroyar vunnu í gjárskvøldið 31-25 á Ísrael.

Úrslitið í hinum dystinum í gjár millum Sveis og Finnland lagaði seg soleiðis, at Føroyar nú eru einsamallar á odda í bólkinum við fullum stigatali.

Sjónvarpið sendir dystin beinleiðis

Sveis vann 28-26, eftir at hava verið á odda 13-11 í hálvleikinum. Úrslitini hava við sær, at Føroyar eru nummar eitt bólkinum við fýra stigum. Sveis og Finnland hava tvey stig, Ísrael hevur einki stig.

Bara eitt lið í bólkinum spælir seg víðari til HM-endaspælið, og ein javnleikur ella sigur ímóti Finnlandi í dag hevur við sær, at Føroyar koma víðari.

Føroyar og Finnland spæla klokkan 17:00 í dag. Sveis og Ísrael spæla klokkan 15:00. Sjónvarpið vísir dystin millum Føroyar og Finnland beinleiðis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098