VW-stjóri tikin í USA

VW-stjóri tikin í USA
Amerikanska samveldisløgreglan hevur tikið stjóran á skrivstovuni hjá týsku bilverksmiðjuni, Volkswagen, í USA, skrivar New York Times
FBI hevur tikið ein stjóra hjá bilverksmiðjuni VW. Tikni maðurin stóð á odda fyri skrivstovuni hjá Volkswagen í USA í 2014 og 2015
 
09.01.2017 - 11:25

Í 2014 og 2015 stóð Oliver Schmidt, ið samveldisløgreglan nú hevur tikið, á odda fyri skrivstovuni hjá Volkswagen í USA.

Amerikanskir myndugleikar løgdu týsku bilverksmiðjuna undir at hava givið skeivar tekniskar frágreiðingar um, hvussu nógv dieselbilar hjá Volkwagen dálka.

Greinin heldur fram niðanfyri

Umhvørvismyndugleikarnir í USA avdúkaðu í september, at Volkswagen hevði svikað við 11 milliónum bilum í USA.

Dieselbilarnir eru útgjørdir við ritbúnaði, software, sum vísir, at bilarnir ikki dálka so illa, sum teir í veruleikanum gera.

Í 2015 viðurkendi Oliver Schmidt, at Volkswagen-bilarnir dálka meira enn royndir við ritbúnaðinum vísa.

Ein hevur longu játtað seg sekan

Ein verkfrøðingur, ið starvaðist hjá Volkswagen, hevur játtað seg sekan í sviki, men tað er ikki fyrr enn nú, at stjórin er tikin, at leiðslan í Volkswagen í USA eisini verður kannað.

Amerikanska verjumálaráðið og Volkswagen eru um at vera samd um endurgjald fyri tvær millardir dollarar, sambært New York Times.

Volkswagen vil hava málið avgreitt, áðrenn Donald Trump verður tikin í eið sum amerikanskur forseti 20. januar. Væntandi fara partarnir at skriva undir avtaluna í næstu viku, skrivar blaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497