Amerikanskir senatorar til Keypmannahavnar fríggjadagin

Amerikanskir senatorar til Keypmannahavnar fríggjadagin
Sjey demokratar og ein republikanari eru í sendinevndini
Chris Coons stendur á odda fyri sendinevndini av amerikanskum senatorum, sum fer at hitta umboð fyri donsku stjórnina og grønlendska landsstýrið í Keypmannahavn um vikuskiftið.
 
13.01.2026 - 08:19

Sendinevndin við amerikanskum senatorum, sum skal hitta umboð fyri donsku og grønlendsku stjórnina, kemur til Keypmannahavnar fríggjadagin.

Tað skrivar danska TV2.

Fríggjadagin og leygardagin fara partarnir at umrøða stuðulin til kongsríki Danmarkar, og "hvussu samstarvið kann verða lýst gjøllari í samsvari við felags meginreglur um fullveldi og sjálvsavgerðarrætt", stendur í tíðindaskrivi frá Chris Coons úr Delaware, ið stendur á odda fyri sendinevndini.

Tilsamans átta senatorar eru við í sendinevndini. Sjey eru úr demokratiska flokkinum og ein úr republikanska flokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391