Varaforsetin verður eisini við á fundinum við Løkke og Vivian Motzfeldt

Varaforsetin verður eisini við á fundinum við Løkke og Vivian Motzfeldt
At J.D.Vance eisini verður við, vekir ans, sigur danskur greinari
Nú er greitt, at amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, eisini verður við á fundinum við Lars Løkke Rasmussen og Vivian Motzfeldt.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.01.2026 - 13:02

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, verður við á fundinum í morgin, har danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt, fara at hitta amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio.

Tað skriva fleiri miðlar.

J.D. Vance verður vertur á fundinum, og tí verður fundurin í Hvítu húsunum.

Í fyrstu atløgu skuldi bara amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, hitta Lars Løkke Rasmussen og Vivian Motzfeldt.

At amerikanski varaforsetin nú eisini verður við á fundinum, vekir ans, sigur Ask Rostrup, politiskur greinari hjá danska TV2:

 

13012026_sk_Rostrup


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167