Granskari: Dieselbannið væleydnað

Granskari: Dieselbannið væleydnað
Dieselbannið í Oslo, sum varð lýst í dag, hevur havt góða ávirkan á luftgóðskuna í býnum
Tað hevur verið bannað at koyra við dieselbilum í Oslo í dag. Nú skulu mátingarnar greinast nærri
 
17.01.2017 - 16:08

- Tað eru dieselbilarnir, sum dálka mest. Tí hevur bannið verið munadyggari enn um tað vórðu allir bilar, sum vórðu bannaðir.

Tað sigur Leonor Tarrasón, granskingarleiðari á Norsk institutt for luftforskning, sum helvur eitt vakið eyga við dálking í Noregi.

Myndugleikarnir í Oslo hava avgjørt, at dieselbilar ikki skuldu sleppa at koyra í Osla í dag. Nú fara myndugleikarnir at greina mátingarnar.

Óvist hvat munaði mest

Stóra ivamálið hevur verið, um tað er dieselbannið ella um tað eru veðurviðurskiftini í dag, sum hava ávirkað dálkingartølini rætta vegin.

- Vit fara at granska í, hvat munar mest fyri dálkingina - veðurviðurskiftini ella dieselbannið, sigur granskingarleiðarin á NILU sambært NRK.

Frá midnátt til fyrrapartin minkaði ferðslan í Oslo við 10 prosentum. Fólk, sum ikki hava aktað boðunum í dag, hava fingið 1.500 krónur í bót.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (3:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050