Spurnakanning: Trump hevur vánaliga undirtøku

Spurnakanning: Trump hevur vánaliga undirtøku
Donald Trump hevur vánaliga undirtøku millum fólkið, hóast tað eru tveir dagar til hann avloysir Barack Obama, ið er betri umtóktur enn nakrantíð
48 prosent av amerikanarum eru ónøgdir við Donald Trump áðrenn hann yvirhøvur er byrjaður í embætinum sum amerikanskur forseti
 
18.01.2017 - 10:33

Amerikanarar eru ikki nøgdir við mátan, Donald Trump hevur uppført seg áðrenn hann yvirhøvur hevur sett fótin inn um í Hvítu húsunum.

48 prosent av amerikanarum eru ónøgd við Trump. Tað kemur fram í eini nýggjari meiningakanning, Wall Street Journal og NBC News hava gjørt.

Sostatt er greitt, at amerikanarar hava síni fyrivarni móti Donald Trump longu áðrenn hann er byrjaður í forsetaembætinum í USA.

Fólk stuðla enn Obama

Ímeðan amerikanarar eru misnøgdir við næsta forsetan, er sama misnøgdin ikki at hóma tá tey vórðu spurd um skjótt fráfarna forsetan í USA.

Amerikanarar eru í løtuni betri nøgdir við Barack Obama enn teir nakrantíð hava verið. 56 prosent av teimum spurdu siga, tey eru vælnøgd við Obama.

Barack Obama hevur verið forseti í USA síðani 20. januar í 2009. Donald Trump verður forseti nummar 45 í amerikansku forsetasøguni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852