Innsetan fyri 700 milliónir

Innsetan fyri 700 milliónir
Líkt er til, at tað verður tann dýrasti setanardagurin í amerikonsku forsetasøguni, tá Donald Trump tekur við sum forseti í USA í dag
Hátíðarhaldið, nú Donald Trump tekur við sum forseti í USA, er mett at kosta umleið 700 milliónir krónur
 
20.01.2017 - 08:02

Seinnapartin í dag okkara tíð verður Donald Trump nýggjur forseti í USA, og hátíðarhaldið verður stórt og flott. Altjóða miðlar skriva, at talan verður um dýrasta setanardag hjá nøkrum forseta í søguni. 

Fleiri miðlar skriva, at samlaði kostnaðurin fyri serliga dagin liggur um 100 mió. amerikanskar dollarar ella 700 milliónir danskar krónur, meðan aðrir halda, at kostnaðurin er tvífalt so høgur sum hetta.

Fleiri sýta fyri at luttaka

Tíðindini um setanina seinastu vikurnar hevur tó í mestan mun verið, hvør fer og hvør fer ikki at upptraðka ella á annan hátt at luttaka á sjálvum degnum. 

Fleiri kendir tónleikarar hava alment boðað frá, at teir ikki hava hug at syngja ella spæla fyri nýggja forsetanum, so tað er ikki lønir til stórar stjørnir, sum tyngja fíggjarætlanina í dag. 

Sambært New York Times er tað serliga trygdin, sum kostar nógv. Øll rokningin endar tó ikki hjá skattgjaldaranum. Vinir og kenningar hjá nýggja forsetanum í sonevndu presidentiellu setanarnevndini fíggja stóran part av degnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050