Fullur bilførari koyrdi útav

Fullur bilførari koyrdi útav
Ein ungur maður, sum hevði drukkið væl meira enn gott er, koyrdi tíðliga í morgun út av vegnum í Kollafirði
Ein ungur maður fekk ikki skaða, tá hann umleið klokkan 5:30 í morgun koyrdi út av vegnum á Kjalnestanga í Kollafirði. Maðurin var ávirkaður av rúsdrekka
 
29.01.2017 - 09:07

Maðurin, sum er um 20 ár, ætlaði sær norðureftir, tá bilurin, hann royndi at koyra, fór út av vegnum við Kjalnestanga í Kollafirði.

Ein annar bilførari, sum koyrdi fram við, legði til merkis bilin, og boðaði løgregluni frá, sum av tilvild ikki var langt burturi í samband við ferðslukanningar.

Løgreglan kundi skjótt staðfesta, at maðurin hevði drukkið meira enn gott er. Promillan var 1,5. Blóðroynd varð síðani tikin av manninum.

Annars boðar løgreglan frá einum friðarligum vikuskifti, tó at nógv fólk hevur verið í býnum, sambært vakthavandi, John Martin Olsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339