Avhoyringar halda fram

Avhoyringar halda fram
Revsimálið móti einum kommunulækna, sum er ákærdur fyri at hava gjørt kynsliga á fleiri kvinnur, heldur fram í rættinum
 
30.01.2017 - 12:21

Hetta er fimti dagurin, Føroya rættur brúkar upp á málið. Rættarfundurin byrjaði klokkan níggju í morgun og helt fram til klokkan 11:30.

Henda hálvatriðja tíman varð landslæknin avhoyrdur. Dyrnar eru ikki afturlatnar, men endurgevingarforboð og navnaforboð er álagt.

Rættarfundurin verður uppafturtikin klokkan 12.30. Tá er dokumentatión á skránni, umframt avhoyringar um persónligu viðurskiftini hjá kommunulæknanum.

Dómur fellur helst hálvan februar

Dagurin í morgin er eisini settur av til málið í Føroya rætti - tó er einki á skrá. Hetta er gjørt, tí málið er so umfatandi, at tíðarætlanin møguliga ikki helt.

Men tíðarætlanin heldur higartil, hetta eisini hóast ólagið á flogferðsluni í síðstu viku órógvaði eitt sindur.

Fríggjadagin skal seinasta kvinnan í málinum avhoyrast og so eru tveir dagar eftir, mánadagurin og týsdagurin, tá procedura er.

Dómurin fellur væntandi eina viku eftir tað, tað vil siga umleið hálvan februar - og kommunulæknin, hann noktar seg sekan í øllum ákærum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329