Vilja herða revsingina

Vilja herða revsingina
Revsilógin skal herðast, tá ræður um kynslig brotsverk. Herðingin í revsilógini verður viðgjørd í tinginum týsdagin
Løgtingið fer í morgin at viðgera eitt uppskot frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, um at dagføra og herða partin í revsilógini, sum eru um kynslig brotsverk
 
06.02.2017 - 17:44

Løgtingið fer í morgin at viðgera eitt uppskot frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, um at dagføra og herða partin í revsilógini, sum eru um kynslig brotsverk.

Funnist verður at, at ásetingarnar í revsilógini um kynslig brotsverk ikki eru dagførdar, síðani revsilógin varð yvirtikin í 2009.

Serliga er neyðugt at dagføra ásetingarnar um neyðtøku, um at misbrúka fólk, sum ikki fáa vart seg, og kynsligt samband við ættleidd børn. 

Harafturat verða nøkur kynslig brotsverk ikki revsað, um tey verða framd í hjúnalagi, ella kann revsingin detta burtur, um partarnir seinni giftast. Herðingarnar í revsiógini skulu koma í gildi 1. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334