Skuldsettir fyri eldáseting

Skuldsettir fyri eldáseting
Tveir ungir menn eru skuldsettir í málinum um eldsbrunan í einum húsum í Havn í juli í fjør. Báðir menninir nokta seg sekar
Kanningardeildin er nú liðug við eldsbrunan við Tinghúsvegin í Havn 20. juli í fjør. Málið er latið ákæruvaldinum
 
10.02.2017 - 11:36

Kanningardeildin er nú liðug við eldsbrunan við Tinghúsvegin í Havn 20. juli í fjør, og málið er latið ákæruvaldinum.

Tveir ungir menn eru skuldsettir í málinum, men teir nokta seg sekar. Menninir hava verið undir illgruna alla tíðina, síðani eldurin var.

Kanningar hjá politinum, sum fekk serkøna hjálp úr Danmark, staðfestu, at innbrot hevði verið, og eldurin var ásettur.

SÍ EISINI Kanna orsøkina til eldsbrunan enn

Húsini, sum ikki vórðu brúkt sum sethús, men til at fundast í, fingu stóran skaða í eldinum. Húsið varð ikki gjørt aftur. Tað varð tikið niður herfyri.

Við í kanningunum hjá politinum vóru tveir skutarar, sum minni enn eitt samdøgur fyri eldin í húsinum við Tinghúsvegin, vórðu funnir uppkolaðir aftan fyri húsini við Tinghúsvegin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329